VW Beetle er gjørdur til amerikanska marknaðin, og ein beinleiðis fólksins bilur verður hann ikki. Tí forðar prísurin (í Danmark), sum verður 320.000 krónur. Onkur fer helst at velja hendan nýggja fólkavognin fram um VW Golfin, men framleiðslan verður ikki eins stór.
Fyribils verða framleiddir 600 VW Beetle um dagin, móti 3.380 Golfum.
Men tað er júst í Golfinum, at Beetle hevur sín uppruna á sama hátt sum VW Bora, Seat Toledo, Audi A3 og Skoca Octavia.
Sambandið við fortíðina verður skapt gjøgnum ungdómsdreymar úr sekstiárunum - væl hjálpt av elskaðum smálutum frá góða gamla Fólkavogninum: Vasin á instrumentbrettinum, stropparnir í kabinuni, tað stóra runda speedometrið. Har sum motorurin var, er nú eitt lítið viðførisrúm, og har bensintankin var, liggur nú ein motorur - tilpassaður við skóhorni. Motorurin er ein VW 2.0 litur, 115 hk ella ein 1.9 litur, 90 hk turbodiesel við beinleiðis innsproyting.
Handan rattið hevur tú lætt við at gloyma, at talan er um ein søguligan bil. Framrúturin, sum fyrr stóð sterrættur beint framman fyri nøsina, strekkir seg nú langt fram, so tað kenst næstan sum í einum minivani. Men setur tú teg á baksetrið - ja, so kennir tú teg »heima« aftur.
Motorgangurin hoyrist ikki longur aftanífrá. Framhjólstrekk við antiglíðiskipanini EPS ger Beetle til ein viðvíkjandi koyrin diamentralan mótsetning til tann gamla Fólkavognin, sum í hálku helst vilda venda tann tunga endan frameftir. mún til tann gamla Fólkavognin, so virkar hitatólið, og við tí heilgalvaniseraða karrossarínum fylgir 12 ára rusttrygd.