Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 eru ongar politiskar raðfestingar. Fíggjarlógaruppskotið er grundað á framskrivingar av verandi virksemi. Orsøkin til hetta er, at løgtingsval varð útskrivað 27. september 2011.
Tað sigur fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 skal sambært stýrisskipanarlógini vera lagt fram fyri 1. oktober 2011.
- Inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum 2012 eru mettar til 4 miljardir og 364 miljónir krónur. Av hesum er skattur 2 miljardir og 078 miljónir krónur. Av¬gjøld, tollur og annað eru 1 miljard og 670 mljónir krónur. Heildarveitingin og annað úr danska ríkiskassanum er óbroytt og verður 616 miljónir krónur.
Fíggjarmálaráðið vísir á, at rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) verða mettar til 4 miljardir og 990 miljónir krónur. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar 4 miljardir og 651 miljónir krónur, løguútreiðslurnar eru 279 miljónir krónur, og rentuútreiðslurnar eru 60 miljónir krónur.
- Uppskotið vísir eitt hall á 626 miljónir krónur. Fleiri inntøkur eru ikki við, tí lógargrundarlagið dettur burtur við árslok 2011, eitt nú gjald til heilsutrygd og tilfeingis/loyvisskattur.
Fíggjarmálaráðið sigur, at um hesar inntøkur vóru við á sama støði sum í 2011, var RLÚ-úrslitið áleið 129 miljónir krónur betri.