63 prosent velja 10. flokk

63 prosent av øllum næmingum í 9. flokkunum í Føroyum, tað er 482 næmingar, hava valt at taka 10. flokk næsta ár. Tað skrivar Skúlablaðið.


Talið av næmingum, ið velja at fara í 10. flokk, hevur seinastu árini ligið um 60 til 70 prosent.


- Talið á næmingum í 10. flokki svingar, eins og næmingatalið annars ger; í hesum skúlaárinum ganga 468 næmingar í 10. flokki; farna skúlaár var talið 478. Í fyrraári var talið á næmingum, sum fóru í 10. flokk, 483, árið fyri 495, skúlaárið 2011-2012 var talið 482 og skúlaárið 2010-2011 460 næmingar. Millum 60 og 70 prosent av árganginum velur sostatt at fara í 10. flokk, skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.


Blaðið veit eisini at siga, at tað serliga er í Tórshavnar kommunu, at áhugin ikki er eins stórur sum aðrastaðni. Har er tað einans umleið helmingurin, ið fara í 10. flokk.