636 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 636 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum – og aftur met í smittutrýsti

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3843 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 3369 smittað, fýra eru innløgd, harav tvey vegna korona, og tvey eru innløgd av aðrari orsøk.

 

Smittutrýstið í gjár setti met við 16,6 prosentum. Seinastu sjey dagarnar eru 482 fólk smittað í miðal um dagin.