65 ára gamalt morð uppklárað

Ein morðgáta frá 1946 er nú uppklárað, eftir at ein 96 ára gomul kvinna hevur viðgingið drápið á Felix Gulje, ein hollendskur handilsmaður.

Tað var eitt kvøldið í mars 1946, at Felix Gulje varð skotin til deyðis í heimi sínum. Gulje átti eina stóra byggifyritøku, og var ætlaður ein týdningarmiklan politiskan leiklut eftir kríggið.

Gerningsmaðrin varð ongantíð funnin. Hinvegin elvdi óuppkláraða morðið til politiskt stríð í Hollandi, og nústaðni – 65 ár seinni – kann endiliga setast punktum fyri málinum.

Atie Ridder-Visser var limur í mótstøðurørsluni, og har gingu søgur um, at Gulje samstarvaði við nazistarnar, so 1. Mars 1946 pikkaði hon á dyrnar hjá Gulje, og tá hann lat upp, skjeyt hon hann í bringuna. Hann doyði á veg til sjúkrahúsið.

Fleiri av starvsfólkunum hjá Felix Gulje vóru limir í nazistiskum felagsskapum og Gulje handlaði við týskararnar. Tá kríggið var av, var Gulje handtikin og settur fyri ein dómstól ákærdur fyri landasvíkjan, men hann varð fríkendur.

Eftir morðið vísti tað seg entá, at Felix Gulje hevði hjálp jøtum og givið pengar, til at hjálpa til við at goyma jøtar. Aðrar ábendingar vóru sum vístu, at Gulje aktivt stríddist móti týsku hersetingini.

Eftir morðið flutti Atie Ridder-Vissen til Indonesien, har hon giftist hollendskum manni. Seinni fluttu tey aftur til Hollands.

Hóast eldanarfreistin fyri morð varð avtikin í 2006, sleppur gamla kvinnan undan at verða stillað fyri ein dómstól, skriva donsk bløð.