65 tilburðir við kornu í gjár

Í gjár vóru 65 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3514 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 437 smittað í Føroyum.

 

Tilsamans hava 1778 fólk verið smittað. Tað merkir, at í løtuni eru 25 prosent av øllum teimum, sum hava verið smittað, positiv við koronu.