650 ungdómar í Noregi royna seg í fiskiskapi

- Ungdómsskipanin er týdningarmikil fyri at tryggja tilgongdina til fiskiveiðina, og tað gleðir meg at síggja ungdómar, sum brúka summarið til at royna seg í fiskiskapi, sigur norski fiskimálaráðharrin

 

Sum liður í at veksa um tilgongdina til fiskiveiðina, bjóðar norska fiskivinnuumsitingin á hvørjum sumri ungdómum millum 12 og 25 ár at luttaka í einari fiskiveiðiskipan fyri ungdóm.

 

Í ár er tíðarskeiðið frá 17. juni til og við 16. august.

 

Øll tey ungu, sum eru tilmeldað skipanina, kunnu selja veiði fyri í mesta lagi 50.000 norskar krónur í hesum tíðarskeiði.

Norges Sjømatråd vísir á, at í 2023 vóru tilsamans 9.657 fólk í Noregi, sum livdu av fiskiveiði burturav. Av hesum vóru 2.257 – ella 23 prosent – 30 ár og yngri.

Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharri, sigur við www.kystmagasinet.no, at vinnuni tørvar fólk í øllum aldursbólkum. 

- Ungdómsskipanin er týdningarmikil fyri at tryggja tilgongdina til fiskiveiðina, og tað gleðir meg at síggja ungdómar, sum brúka summarið til at royna seg í fiskiskapi, sigur hon við heimasíðuna.

Nakað eftir hálvan juli í ár høvdu 651 dreingir og gentur í aldrinum, 12 til 25 ár, tilmeldað seg skipanina, sum norska fiskivinnuumsitingin bjóðar.

Í ár eru tað eisini fleiri gentur sum luttaka. Av teimum 651 eru 227 gentur, og hetta svarar til 35 prosent av teimum luttakandi í serligu norsku skipanini.