SF: Nik & Jay lata hittini tala

Nik & Jay ætla at taka Vágsbø við kendum sangum og lívligum showi

Í kvøld klokkan 22 verður fyrsta stóra konsertin á Vágsbø á ársins Summar Festivali.

 

Tá fer væl umtókti danski popprappbólkurin Nik & Jay á landsins størsta pall.

 

Nik & Jay hava í meira enn tjúgu ár rappað og sungið fyri stóru og breiðu fjøldini, og teir eru betur umtóktir enn nakrantíð.

 

– Vit koma við øllum tí besta, sum vit hava, siga Nik & Jay, sum komu til landið í gjárkvøldið.

 

Fyrstu tónarnir hjá Nik & Jay komu út í 2002, og frá fyrsta rappi fingu teir undanvind sum fáir bólkar. Hittini vóru har frá fyrsta degi. Sangir sum "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "En dag tilbage" og "Boing" slóðaðu fyri bólkinum, sum við ósmædnum videoløgum og framfýsnum framførslum vann upp á popptindarnar í Danmark.

 

Nik & Jay hava hesi árini givið sjey plátur út, teir hava fingið allar hugsandi heiðrar, og ikki minst hevur undirtøkan í breiðu fjøldini verður stútt og støðugt vaksandi. Herfyri  høvdu teir fýra útseldar konsertir í Royal Arena á Amager, og teir verða roknaðir sum eitt tað størsta tónleikanavnið í Danmark yvirhøvur.

 

Eisini føroyingar hava lurtað nógv eftir Nik & Jay, sum høvdu eina framúr framførslu á Summar Festivalinum í 2009. Nú koma teir aftur á landsins størsta tónleikatiltak og eru til reiðar at spæla á Summar Festivalinum í kvøld.

 

Eitt av stóru hittunum hjá Nik & Jay er sangurin "En dag tilbage":

 

##med2##