664 børn byrja í fyrsta flokki

Tá børnini fara í skúla í hósdagin í næstu vikua, fara 664 børn í skúla á fyrsta sinni

Av teimum fara 642 børn í fyrsta flokk í fólkaskúlanum, meðan 22 fara í fyrsta flokk í frískúla.

 

Tað skrivar Skúlablaðið í morgun. Felst næmingar møta á fyrsta sinni í á Skúlatrøð í Klaksvík, har tey taka ímóti 60 næmingum. Í skúlanum á Argjahamri taka tey ímóti 47. Aðrir stórir skúlar eru beint í hølunum og taka ímóti nærum líka nógvum næmingum, skrivar Skúlablaðið.

 

Í 19 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10. Í tveimum skúlum bara ein næmingur.

 

Í fjør og fyrraári fóru ávikavist 716 og 670 børn í 1. flokk. Talið á teimum, sum byrja í 1. flokki, hevur verið nøkulunda støðugt síðstu árini. Skúlaárið 2015/2016 byrjaðu 685 børn í 1. flokki, og árið fyri 715 næmingar.

 

Komandi skúlaár ganga 83 næmingar í serflokki; serflokkarnir eru 9 í tali, og tann størsti er í Skúlanum á Fløtum, har 30 næmingar ganga.

 

Talið á næmingum í teimum trimum frískúlunum er 151 og teimum 8 forskúlunum 173.

 

Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6.944 næmingar í fólkaskúlanum, samanborið við 6864 í fjør.