Jóhan Hendrik Winther Poulsen skrivar um vísindamannin Christian Matras, sum í ár hevði verið 100 ár, um hann hevði livað.
Magnus Brahé Jørgensen skrivar grein um Føroya kirkjusøgu. Í hesi greinini viðger hann ta fyrstu tíðina, eftir at kristindómurin varð settur í gildi í Føroyum og trúbótina.
Í ár eru 100 ár síðani William Heine-sen varð føddur. Í tí sambandi hevur Bergur Hansen bókmentafrøðingur grein um skald-skapin hjá Williami, sum hann nevnir: Paradis á jørð. Ella hvussu mýtan lyftir skaldskapin hja Williami Heinesen.
Páll Mortensen skrivar grein, sum hann nevnir Jólagávur.
Egon Hansen, sum í fleiri ár hevur havt greinir við evni úr Nólsoyar søgu, skrivar hesaferð um hundar í Nólsoy.
Tann ungi Agnar Jógvansson hevur grein við heitinum: Søgan um lívið og deyðan.
Tann ættarfróða Freydis Poulsen skrivar hesaferð grein um ættargrein av Blankskála.
Willum Peder Trellund eitur danskur yrkjari. Hann hevur givið út tvey yrkingasøvn. Ragnar M. Egholm hevur týtt nakrar av yrkingum hansara.
Brot úr farnum tíðum er heitið á grein eftir Nancy Vesturbú. Her skrivar hon um tannarøkt, tá ið hon var ung.
Bjørgfinnur Nielsen hevur hesaferð nakrar yrkingar.
Nicodemus Rasmussen hevur skrivað av hundraðtals síður úr vártingbókini um Eysturoyar várting. Hesaferð úr vártingsbókini 1694-96.
At enda er bókaummæli eftir Berg Hansen, sum hann nevnir Grýtuta leiðin gjøgnum 20. øld. Bergur ummælir bókina: William ummælir fagrar listir. Hetta er greinasavn eftir William Heinesen, sum Jóhannes Enni sáli savnaði.
67. bind av Varðanum er 173 síður til støddar og kostar 190 kr. í bókabúðunum.