6,8 milliónir brúktar í Syðradali

Og væntandi skulu brúkast um tríggjar milliónir afturat í Stongunum í Klaksvík

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Karlot Hergeirsson, løgtingsmann, sum hevur sett hon um ein grein 52a fyrispurning um ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík.

Ítøkiliga spyr løgtingsmaðurin soleiðis:

1. Er arbeiðið uppá ferjuleguna á Syðradali liðugt?

2. Um ja, hvat hevur arbeiðið kostað?

3. Um nei, hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at

tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali?

4. Hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga

ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali og í Klaksvík?

Í svari til fyrstu tríggjar spurningarnar siugr landsstýrismaðurin, at sambært Landsverki er arbeiðið upp á ferjuleguna á Syðradali liðugt og varð avhendað hálvan august 2025.

– Verkætlanin er framd í samstarvi millum Landsverk og Strandferðsluna. Sambært Landsverki er havnin tillagað eftir teimum ynskjum og avtalum, ið eru gjørdar við Strandferðsluna, so havnin kann brúkast til Teistan og síðani til nýggju Kalsoyarferjuna, ið skal byggjast í næstum. Hetta arbeiðið kostaði 6,8 mió. kr, sigur hann.

– Síðani Teistin fór at royndarsigla millum Stóru Kai og Syðradal, eru smærri tillagingar gjørdar. Ein gelendari er broyttur, móttakarin til fjarstýringina til rampuna hevur fingið betri antennu, og møguleiki er gjørdur fyri at geva ferjuleguni streym frá skipinum, um streymveitingin í oynni svíkur. Hetta kostar umleið 100 tús. kr, sigur Jóhan Christiansen.

– Royndarsiglingin við Teistanum hevur tó eisini staðfest, at tað kann gerast neyðugt at leingja atløgusíðuna við norðara grótkastið á Syðradali fyri at fyribyrgja ov nógvar avlýsingar vegna veður. Hetta verður framvegis kannað og síðani tikið upp við Landsverk um møguligar loysnir og kostnað. Neyðugt er eisini at fáa staðfest, hvussu væl Stóra Kai roynist, og um hetta kann gerast ein varandi loysn sum alternativ til atløguna á Stongum, sigur hann.

Tá ið royndarsiglingin við Teistanum er liðug, verður endalig niðurstøða gjørd viðvíkjandi verandi viðurskiftum á Syðradali og í Klaksvík, og nær Teistin kann fara undir regluliga sigling á Kalsoyarleiðini, sigur landsstýrismaðurin.

Í svarinum til fjórða spurningin sigur Jóhan Christiansen, at arbeiðið á Syðradali kostaði 6,8 mió. kr.

– Grundað á útboð hjá Landsverki, verður arbeiðið á verandi atløgu á Stongunum í Klaksvík mett til at kosta millum 2,5 mió. kr. og 3,0 mió. kr.

– Samanlagt metir Landsverk, at hesar verkætlanir á Syðradali og í Klaksvík fara at kosta millum 9,3 til 9,8 mió. kr, sigur Jóhan Christiansen.

– Verður niðurstøðan eftir royndarsiglingina, at fleiri tillagingar skulu gerast, má ein nýggj kostnaðarmeting gerast, sigur hann.