Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum í Gøtudali. Tvey fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.
Óhappið hendi á landsvegnum við Magnstøðina í Gøtudali, tá tríggir bilar, sum koyrdu sama veg, rendu saman í einum harmonikusamanstoyti.
Tvey fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, og vegurin er stongdur. Nógvir vraklutir eru á vegnum, sum skal ruddast.
Meðan vegurin er stongdur, verður ferðslan leidd í gjøgnum Norðragøtu, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann væntar, at vegurin skjótt letur uppaftur.











