7.000 tons aftrat seljast í næstu viku

Fyrsta sølan av makrelkvotuni á tilsamans 20.000 tons, sum Fiskimálaráðið hevur gjørt av skal seljast á uppboði, fór fram týsdagin hin 26. juli. Tað var Fiskimálaráðið, sum var seljari og tey, sum høvdu høvi at skráseta seg sum keyparar, vóru eigarar av fiskiførum undir føroyskum flaggi. Seks bjóðarar vóru, og tríggir keyptu.

Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at sølan tekniskt gekk væl.

- Vit høvdu gjørt onkrar tillagingar, sum Fiskimálaráðið hevði ynskt, og ein av hesum var, at møguligir bjóðarar ikki skuldu vita, hvør bjóðaði ímóti. Í uppboðssølu av øðrum fiskasløgum síggja keyparar, hvør bjóðar ímóti, tí nøvnini koma upp á skíggjan, meðan sølan fer fram.

Hann sigur, at talið av skipum og bátum, sum eru skrásett undir føroyskum flaggi, er rættiliga stórt, kanska 1000.

- Tí høvdu vit eisini ein hóp av potentiellum keyparum. Hinvegin høvdu vit onga hómin av, hvør áhugin fór at verða, tá hesi 7.000 tonsini vórðu boðin út, sigur Jens Christian Olsen.

Tað var felagið Fjord Fishing, sum Ludvig við Stein umboðar, ið keypti meginpartin av kvotuni – ella eini 6.500 tons tilsamans. Thor í Hósvík keypti eini 400 tons og Faroe Origin, ið er felagið, sum eigur seks ísfiskatrolarar, keypti eina minni nøgd av makreli.

Jens Christian Olsen, sigur, at Fiskimálaráðið, sum stendur aftanfyri søluna av hesum 20.000 tonsunum av makreli, ætlar, at samlaða kvotan skal seljast í trimum umførum.

- Vit hava fingið til uppgávu at skipa fyri søluni fyri Fiskimálaráðið og gera soleiðis eftir boðum haðani. Eg vænti tó, at næsti søludagur verður umleið 9. august, men endalig støða er ikki tikin til hetta enn, sigur hann.

Stjórin á Fiskamarknaði Føroya sigur, at somu treytir við trygd fyri peningi eru galdandi fyri søluna av makreli, sum fyri uppboðssølu annars.

- Keyparar skulu soleiðis antin hava veitt trygd fyri keypinum ella hava tøkan pening, áðrenn teir sleppa at bjóða, sigur Jens Christian Olsen.