7 fólk eru deyð í bumbuálopinum

Myndugleikarnir í Noregi hava biðið fólk fara úr miðbýnum í Oslo eftir bumbuatsókn har seinnapartin. Løgreglan í Oslo hevur júst váttað, at sjey fólk eru deyð, men leitað verður framvegis í bygningunum, sum hava fingið skaða av bumbubrestinum.

Bumban brast í Regjeringskvartalet, har norsku stjórnarbygningarnir eru, og fleiri bygningar hava fingið stóran skaða. Millum annað er stórur skaði á skrivstovubygningin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra, og eldur er í oljumálaráðnum. Stoltenberg var ikki á skrivstovu síni í dag, og hann er óskalaður.

Løgreglan heldur, at talan er um eitt yvirgangsálop á Noreg, og hernaðardeildirnar eru í hægstu tilbúgving.

Myndugleikarnir hava biðið fólk fara úr miðbýnum í Oslo og at halda seg heima í kvøld. Og biðið verður eisini um, at fólk avmarka nýtsluna av fartelefonum.