7 góð ráð at spara streym

SEV sigur, at el-rokningin kann minka 10-15 prosent, um tú bert broytir nakrar av gerandisvanunum hjá tær og tínum húski.

1. Tá ið vanligar gløðiperur bresta, skiftið tá út við ?spariperur? - serliga í teimum rúmum, har ljósið er tendrað í nógvar tímar hvønn dag.

2. Sløkk á vegginum fyri elektriskum og elektroniskum tólum, so sum uppvaskimaskinu, sjónvarpi og teldu, tá ið tólini ikki eru í nýtslu. Gomul tól kunnu stjala nógvan streym. Royn at sløkkja fyri sjónvarpi, selektorboks og DVD-spælara við einum avbrótara, t.d. einum forleingjaraskinnara við einum reyðum avbrótara. Ger tað somuleiðis lætt at sløkkja bæði teldu, printara, hátalarar og subwuffara.

3. Keyp altíð elvørur við lágari elnýtslu, hygg serliga eftir, hvussu stór standby-nýtslan er.

Eitt gamalt køliskáp ella gomul frystiboks ella telda kunnu lættliga brúka nógvan streym.

Vel altíð hvítvørur eftir orkupílunum, har A-merkið er hitt besta.

4. Set tendri -/ sløkkiklokku á ljósið uttandura, soleiðis at hetta bert lýsir, tá ið tørvur er á tí.

Sum dømi kunnu nevnast smáar, uttandura ljósperur/ljósketur, sum bert lýsa, tá ið onkur hevur gleði av at tær lýsa.

5. Ansa eftir pumpuni til oljufýrið. Skrúa t.d. pumpuna niður um summarið.

6. Royn at fáa øll í familjuni at hava góðar elvanar. Fyll vaski- og uppvaskimaskinuna, og nýt eftirhitan í bakarovninum. Lat bert lítið av vatni í grýtuna, tá ið eplini skulu kókast. Legg frystar vørur í køliskápið at tiðna.

7. Eygleið streymnýtsluna. Les elmálaran av hvørja viku og skrivið talið niður. Um elnýtslan brádliga veksur, ber til at finna orsøkina beinanvegin.

Kelda: Sev