TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jonhard Larsen, rennara úr Klaksvík, sum fer at renna ein langan tein fyri einum vælgerandi endamáli, leygardagin 7. mai. Í samrøðuni hoyra vit eisini rennilegendina, Pól Sundsskarð, sum er Jonhardi Larsen ein góð hjálp.
Mamma Jonhard Larsen hevur Alzheimers, og tað er fyri at varpa ljós á Alzheimers, og fyri, at Alzheimer-felagið í Føroyum kann fáa ein fíggjarligan styrk, at Jonhard Larsen fer at renna allan vegin úr Klaksvík til Havnar. Við á túrinum verður Pól Sundsskarð, og systur Jonhard Larsen, kendi bakarin, Jórun Mørkøre ætlar at súkkla teinin til Havnar.
Nakrir klaksvíkingar høvdu tó heldur ynskt, at Jonhard Larsen rann úr Havn til Klaksvíkar, tí sambært teimum er tað har tað hendir nakað.