Løgtingsvalið í fjør kostaði landskassanum nógvar pengar.
Sambært uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri næsta ár, sum varð løgd fyri tingið í síðstu viku, so kostar kontoin, sum eitur »eftirløn og bíðiløn til løgtingsmenn« 7 milliónir krónur í komandi ári.
Játtanin verður nýtt at gjalda løgtingsmonnum eftirløn og bíðiløn sambært lóg um samsýning løgtingsmanna og eftirløn til tænastumenn á skrivstovu Løgtingsins.
Av tí at løgtingsval var í september 2015, kostar hendan konto heldur meira í 2015 og 2016. Í 2015 vóru 8.472.000 krónur nýttar av hesi konto og í 2016 7.200.000 krónur.
Sagt verður í fíggjarlógaruppskotinum, at einki er sett av til bíðiløn í 2017, men at kontoin annars er hækkandi vegna øktar útreiðslur til eftirløn.