Landskappingin er farin í helvt. Fimm tey fremstu spældu seinnapartin og í kvøld ímóti teimum fimm, sum eru longri niðri á talvuni.
Hetta ber við sær, at trý stig eru jøvn á triðja plássi, meðan HB og KÍ eru frammanfyri. Frá teimum trimum á triðja plássi eru tað fýra stig aftur til EB/Streym og seks stig aftur til Skála.
Klaksvíkingar eru framvegis topplið í Betri deildini. KÍ vann í dag 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Harvið er KÍ framvegis ósigrað oddalið. Málskjúttar vóru Jákup B. Andreasen í fyrra hálvleiki og Steinbjørn Olsen í yvirtíðini.
Hann var akkurát innskiftur fyri Jákup B. Andreasen, tá ið hann av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt í málið. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá Steinbjørn Olsen í bestu deildini.
Í Trongisvági spældi HB í ein tíma ellivu ímóti tíggju, eftir at Eirikur Magnusarson hjá heimaliðnum og eftir lítlari løtu hevði sæð gula kortið tvær ferðir og harvið varð vístur av vøllinum.
Suðringar hildu tørn um málleysa javnleikin, inntil vanliga leiktíðin var farin. Tá eydnaðist tað eftir horna HB at skora sigursmálið. Málskjútti var innskifti Jógvan Skeel Nolsøe. Harvið er HB framvegis næstfremst.
Í Gundadali vóru heimamenninir í B36 kløkkaðir, tá ið AB legði seg framum við máli, sum Tóki á Lofti skoraði tíggju minuttir eftir steðgin. Tveir minuttir seinni javnaði innskifti Alex Mellemgaard til 1-1, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað B36 liðformaðurin Odmar Færø, sum eftir horna skoraði sigursmálið.
Fyri viku síðani tapti NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti HB. Í dag reisti NSÍ seg við at vinna grannauppgerðina á heimavølli ímóti Skála 1-0. Klæmint A. Olsen skoraði málið, og harvið hevur hann lagt seg undir liðina á Jákupi á Borg, sum við 153 málum er besti málskjútti í bestu deildini.
Í Gøtu, har 07 Vestur er gestur, fór bólturin á rull klokkan 17, og har er Víkingur frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Andreas Lava Olsen skoraði málið.
7. umfar
KÍ - EB/Streymur 2-0 (1-0)
1-0: Jákup B. Andreasen
2-0: Steinbjørn Olsen
Víkingur - 07 Vestur 4-1 (1-0)
1-0: Andreas Lava Olsen
2-0: Gunnar Vatnhamar
2-1: Gilli Samuelsen
3-1: Adeshina Lawal
4-1: Sølvi Vatnhamar br
NSÍ - Skála 1-0 (1-0)
1-0: Klæmint A. Olsen
B36 - AB 2-1 (0-0)
0-1: Tóki á Lofti
1-1: Alex Mellemgaard
2-1: Odmar Færø
Suðringar - HB 0-1 (0-0)
0-1: Jógvan Skeel Nolsøe
Støðan
KÍ | 7 | 6 | 1 | 0 | 13 | 3 | 19 |
HB | 7 | 5 | 1 | 1 | 10 | 6 | 16 |
B36 | 7 | 4 | 1 | 2 | 12 | 7 | 13 |
NSÍ | 7 | 4 | 1 | 2 | 13 | 7 | 13 |
Víkingur | 7 | 4 | 1 | 2 | 12 | 8 | 13 |
EB/Streymur | 7 | 2 | 3 | 2 | 9 | 8 | 9 |
Skála | 7 | 2 | 1 | 4 | 5 | 7 | 7 |
AB | 7 | 1 | 2 | 4 | 5 | 10 | 5 |
Suðroyingar | 7 | 1 | 0 | 6 | 2 | 12 | 3 |
07 Vestur | 7 | 0 | 1 | 6 | 6 | 19 | 1 |
Mikudagin
Løgmanssteypið
ÍF - B36
NSÍ - AB
B68 - HB
Skála - 07 Vestur
Undrið - EB/Streymur
B71 - Giza Hoyvík
Suðringar - KÍ
8. umfar
Sunnudagin 29. apríl
EB/Streymur - Skála
Víkingur - Suðringar
HB - 07 Vestur
B36 - KÍ
AB - NSÍ