Tónleikabólkurin Deiggj verður aftur at hoyra í Klubbanum í Havn leygarkvøldið.
Tónleikurin, sum Deiggj fer at spæla leygarkvøldið eru rokkløg frá 70´unum og fleiri egin løg, sum eitt nú vóru framførd á Summarfestivalinum 2011. Deiggj hevur ein serligan alsk fyri 70´ara tónleiki. Serliga er tað Uriah Heep og Deep Purple, sum standa ovarlaga, men eisini Gasolin, Clapton, Cream, Rolling Stones, Beatles, John Lennon, Kræklingar og annað verður at hoyra.
Deiggj hava ein fastan fjepparaskarða, sum tekur væl undir við hesum stílinum. Seinast Deiggj spældi í Klubbanum var útselt. Tað, sum hevur størstan týdning fyri Deiggj er, at fólk vita hvat tey koma til og fáa júst tað tey vilja hava.
Í bólkinum eru Pætur Dam, Dennis Lave, Páll Lave, Sverri Heinesen, Rani Hammersheimb Christiansen og Fróði Vestergaard.