Tað hevur regnað sera illa har eysturi í India og í grannalandinum Bangla-desh í seinastuni, og enn bendir einki á, at tað verður turrari.
Myndugleikarnir siga, at bara sunnudagin mistu umleið 40.000 fólk hús og heim í tí ógvusliga avfallinum, og at nú eru umleið 100.000 fólk í landnyrðingspartinum av landinum heimleys. Har eru umleið 70 bygdir skolaðar burtur.
Seinastu tríggjar vikurnar hava meiri enn ein millión fólk verið noydd at rýma frá húsi og heimi, men umleið helmingurin eru nú vend heimaftur. Hini halda til í skúlum og øðrum almennum bygningum.
Landspartastjórnin sigur, at hóast nógv fólk hava valt at fara heimaftur, er lítið at koma aftur til, tí nógv tey flestu húsini standa framvegis undir í vatni, og so at siga øll húsdjórini eru druknað.