Tað verður ein tættur dystur, tá ið Føroyar og Malta leygardagin bresta saman á Malta í fyrsta dystinum í nýggju EM-undankappingini. Tað meta tær 36 veddingarfyritøkurnar, sum bjóða odds upp á dystin.
Les eisini: René: Vit kunnu vinna
Veddingarfyritøkurnar meta Føroyar vera lítlar favorittar. Nærri nágreiniliga meta tær tað vera 39% møguleiki fyri at Føroyar vinna dystin. Besta oddsið upp á føroyskan sigur bjóðar 1xBet, ið hevur odds 2,56 upp á Føroyar.
Nevnast kann, at oddsið upp á føroyskan sigur er hækkað nakað seinastu dagarnar. Hetta kann vera hent tí at nógv fólk tippa Malta.
Les eisini: Føroyskt veður á Malta
Tað er størri møguleiki fyri javnleiki enn at Malta vinnur dystin. Sannlíkindini fyri javnleiki eru 31%, meðan tað er 30% møguleiki fyri at Malta vinnur dystin. Møguleikin fyri at Føroyar fáa stig er harvið heili 70%.
Hægstu oddsini upp á sigur til Malta hava Betclic og Expekt, ið bjóða odds 3,35 upp á ein heimasigur, meðan 1xBet við odds 3,13 hevur hægsta oddsið upp á javnleikin.
Dysturin ímillum Føroyar og Malta verður leygardagin kl.17.00.