70 ár síðan fólkaatkvøðuna

Í dag eru 70 ár liðin síðan fólkaatkvøðuna í 1946

Í dag eru 70 ár síðan fólkaatkvøðuna 14. september í 1946, har føroyingar sluppu at velja hvørt vit skuldu loysa frá Danmark, ella verða verandi í felagsskapi saman við Danmark.

 

Úrslitið kenna vit øll, tað bleiv ósemja um úrslitið, sum tá til stykkis kom endaði við eini heimastýrislóg, sum vit fingu í 1948.

 

Vit hava kagað í fyrstu bløðini, sum komu út eftir fólkaatkvøðuna og endurgeva her nakrar stubbar úr greinum og lesarabrøvum, sum blivu skrivaði:

 

Dagblaðið, 17. september1946.

Thorstein Petersen:
“Leygarkvøldið tann 14. september 1946 fingu føroyingar tey gleðisboðini, at Føroya fólk hevði broytt okkara ynski: ‘Fyri Føroyum skulu Føroyingar ráða’ til eina sterka fastlagda avgerð um at Fyri Føroyum ráða Føroyingar. Sjálvandi fóru øll fløgg á stong sunnumorgunin, tann fyrsta dagin vit Føroyingar høvdu tikið við ræðinum í egnum landi (...) Vit mega nú ásanna, at arbeiðsdagurin er byrjaður, og vera ikki blindir fyri, at byrðirnar kunnu til tíðir verða tungar, men ganga vit hóliga fram og virka út frá tí, at tú ongantíð leggur størri byrðar á aðrar, enn tær tú ert til reiðar at ganga undir sjálvur, tá kunnu vit verða vísir í, at úrslitið vil verða gott”

 

Dimmalætting, 18. september 1946.

Lesarabræv – ókendir
“Suðuroyggin mótmælir – Borgarar í Suðuroy hava í dag soljóðandi resulitón:
Vit krevja, at løgtingið kemur saman beinan vegin fyri at taka støðu til ta ólukku, sum nú hongur yvir okkum vegna ábyrgdaleysar politikkarans hazardspæl. Vit krevja, at løgtingsmenninir, ið umboða okkum, ið eru fyri ríkisfelagsskap, fjarrita okkara loyalitet til ríkisstjóran. Vit krevja, at Thorstein Petersen og Richard Long, sum hava ført okkum út í hetta óføri, upprætta tað aftur, sum teir hava forbrotið móti tí føroyska fólkinum.
Hetta mótmæli móti tí atkvøðu, sum nú er fallin, verður fjarritað til løgtingsformannin í Havn og til Radioavisen, Keypmannahavn”

 

Føroya Sosial Demokratur, 21. september 1946

Petur Mohr Dam: “Stjórnaruppskotið fall og státsministari Knud Kristensen heldur at skilnaður nú eigur at verða millum Danir og Føroyingar. Nú brennur spurningurin: Kapitalisma ella socialisma? Hvør einasti fiskimaður, hvør einasti arbeiðsmaður hevur nú eittans at svarið at geva: SOCIALISMA! Eitt socialistisk stjórnarlag má nú verða skrásett fyri hitt føroyska samfelagið – og tað uttan dvøl (...) Landið má yvirtaka: tryggingarlagið, bankalagið, allar heilsølur, bæði viðvíkjandi inn- og útfluttningi (...) Føroyingar verða hereftir eins fremmandir og rættsleysir í Danmark, sum teir hava verið og eru tað í øðrum londum”