70’ára kvøld við Deiggj

Leygarkvøldið verður dansur við Deiggj í Havnar Klubba. Bólkurin varð stovnaður í 1981, men hóast hetta hattar bólkurin sær undir eitt 70’ára kvøld.

Fyrr í ár hátíðarhelt bólkurin 25 ára føðingardagin. Hesi 25 árini hava nógvar broytingar verið í manningini. Men seinnu árini eru partar av uppruna manningini komnir við aftur. Í dag er Deiggj: Páll Lave, Dennis Lave, Pætur Dam, Fróði Vestergaard og teir báðir nýggju Sverri Heinesen, ið hevur spælt við í 6 ár og Herluf Hermansen, ið eisini spældi í Deiggj eitt skiftið í 90’árunum.
Deiggj venur fast einaferð um vikuna og hevur egin venjingarhølið og sera góða og tíðarhóskandi útgerð!. Í næstum fer Deiggj á alneti, bólkurin hevur ætlanir um at gera eina heimasíðu, men hava enn ikki funnið nakran at gera hana. Hon fer at liggja á www.deiggj.com.
-Um okur hava lív og heilsuna so fara okur at rokka víðari, vónandi líka leingi sum Rolling Stones og aðrir góðir bólkar. Tað verður stuttligt at spæla Smoke On The Water á Ellisheiminum, sigur Fróði Vestergaard gittarleikari og sangari