71 ára gamal skal avloysa dripnan forseta

Royndur politikari skal leiða Haiti í eina tíð

Nýggja stjórnini á Haiti hevur valt 71 ára gamla Ariel Henry sum forsætisráðharra í landinum, og hansara høvuðsuppgáva verður at skipa fyri vali skjótast gjørligt.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Hetta hendir, eftir at forsetin í landinum var dripin tann 7. juli. Jovenel Moise var skotin í egnum heimi og doyði av løstunum.

 

Síðani hevur Claude Joseph verið politiskur leiðari á Haiti.

 

Nú hevur nýggj stjórn skipað seg, og hon hevur biðið tann roynda politikaran Ariel Henry hava leiðsluna, til val hevur verið. Eingin nýggjur forseti verður valdur, men Henry verður forsætisráðharri. Claude Joseph fer aftur at røkja starvið sum uttanríkisráðharri.

 

Enn er motivið fyri drápið á Moise ikki staðfest, men løgreglan hevur handtikið yvir 20 fólk í málinum, og fleiri fólk eru deyð í skotbardaga við løgregluna.

 

Kona forsetan, Martine Moise, varð eisini skotin, men hon yvirlivdi tilburðin og hevur fingið viðgerð á sjúkrahúsi í Miami í USA. Hon er nú komin aftur til Haiti fyri at vera við í jarðarferðini hjá manninum, sum verður 23. juli.