Pápin og mamman vórðu bæði handtikin, tá løgreglan týskvøldi fann tey bæði børnini illa viðfarin í einum bústaði í býnum. Mamman er síðani leyslatin.
Tann 40 ára gamli maðurin skal til eina rættarsálarliga kanning, tí illgruni er um, at sálarliga støða hansara hevði týdning, tá hann framdi illgerðina.
Børnini vóru ein genta og ein drogur, bæði undir 10 ár.
Ein granni boðsendi løgregluni, sum staðfesti, at bæði børnini vóru deyð. Pápin varð handtikin í bústaðnum við álvarsligum løstum.
/ritzau/