Tað upplýsir løgreglan í Los Angeles.
Robert Luna, sum er løgerglustjóri í Los Angeles, sigur, at løgreglan hevði funnið ein vøruvogn. Tá løgreglufólk nærkaðist bilinum, hoyrdu tey skot úr bilinum.
– Tann mistonkti skeyt seg sjálvan og varð staðfestur deyður á staðnum, sigur Luna.
Tann mistonkti er ein 72 ára gamal maður við asiatiskari bakgrund.
Hildið verður, at hann hevur dripið minst tíggju fólk við skotum í býnum Monterey Park leygarkvøldið.
Fimm menn og fimm kvinnur doyðu – flestu teirra millum 50 og 60 ár.
/ritzau/AFP