Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er sera misnøgdur við seinasta ársúrslit hjá stóru grønlendsku fyritøkuni, Royal Greenland - ikki minst tí, at ein partur av stóra hallinum, sum fyritøkan hevur, stavar frá aktivitetum hjá Royal Greenland í Suðuramerika.
Tað er landsstýrið, sum eigur Royal Greenland, og fríggjadagin í hesi vikuni varð roknskapurin fyri 2023 almannakunngjørdur við einum halli á heilar 211 milliónir krónur, sum landsstýrisformaðurin als ikki heldur vera nøktandi.
Hetta skrivar Sermitsiaq burtur úr einum tíðindaskrivi, sum landsstýrisformaðurin hevur latið av hondum. Landsstýrisformaðurin hevur fleiri ferðir sagt, at útgangsstøðið hjá Royal Greenland skal vera Grønland og rávørur úr Grønlandi við størst møguligari virðisskapan.
- Landsstýrið staðfestir, at ein stórur partur av hallinum stavar frá íløgum, sum Royal Greenland hevur gjørt í Suðuramerika.
##med2##
Múte B. Egede sigur, at landsstýrissamgongan í Grønlandi væntar, at núverandi leiðsla í felagnum tekur stig, sum kunnu bøta um viðurskiftini við serligum fokusi á Grønland og Norðuratlantshavið.
Sermitsiaq veit at siga, at leiðslan í Royal Greenland síðan á nýggjárinum hevur arbeitt við at minka um útreiðslurnar og effektivisera raksturin, soleiðis at felagið aftur kann fara at vísa á eitt avlop á botnlinjuni.