Tað skrivar TV 2.
Paul Watson varð varðhaldsfongslaður 21. juli í Grønlandi og er nú í vanda fyri at verða útflýggjaður til Japan, sum hevur havt altjóða handtøkuboð móti honum síðani 2010.
Lesið eisini: Japan hevur biðið um at fáa Paul Watson útflýggjaða
Tey, sum hava skrivað undir brævið, eru bæði limir í ES-tinginum og landspolitikarar úr Fraklandi, Finnlandi, Týsklandi, Eysturríki, Hollandi, Belgia, Italia, Spania og Luksemborg.
Ein teirra er franski ES-tinglimurin Emma Forreau úr evropeiska vinstravenda felagsbólkinum.
##med2##
– Tað (málið um Watson, red.) er partur av eini vaksandi gongd móti kúgan og kriminalisering av umhvørvisaktivistunum kring heimin - eisini í Evropa. Við at mobilisera tingfólk úr tíggju evropeiskum londum, siga vit við donsku stjórnina, at henda gongdin skal steðga, sigur hon við TV 2.
73 ára gamli Paul Watson, er ein av upprunaligu stovnarunum av Greenpeace, sum seinni koyrdi hann úr felagsskapinum. Hann stovnaði eisini tann í Føroyum so kenda umhvørvisfelagsskapin, Sea Shepherd, sum eisini hevur koyrt hann úr felagsskapinum. Hann hevur nú sín egna felagsskap, Captain Paul Watson Foundation.