Tey uttastu varafólkini hjá teimum trimum samgonguflokkunum standa nú til at missa sínar tingsessir. Tað er í øllum førum galdandi fyri Framsókn og Javnaðarflokkin. Um Tjóðveldi velur at koyra Jóhan Christiansen úr landsstýrinum, so ávirkar tað ikki tingmanning floksins, tí Jóhan Christiansen er ikki tingmaður. Hann var nummar 17 á listanum til seinasta løgtingsval. Í løtuni hevur Tjóðveldi bara eitt varafólk, Liljuna Weihe, tí at hvørki Jóhan Christiansen ella Eirikur í Jákupsstovu eru valdir á ting. Liljan Weiher er nummar 8 á listanum hjá Tjóðveldi, og harvið er hon annað varafólk floksins. Fyrra varafólkið er Eirikur í Jákupsstovu, sum er nummar 7 á listanum. Fer hann úr landsstýrinum, so má Liljan Weihe víkja sætið, og so verður Eirikur í Jákupsstovu einasta varafólk hjá Tjóðveldi.
Lesið eisini: Trý landsstýrisfólk skulu úr starvi
Bæði landsstýrisfólkini hjá Framsókn eru vald á ting, tí má Árni M. Dam úr tinginum, um annar teirra fer frá.
Hjá Javnaðarflokkinum eru Djóni Nolsøe Joensen og Margit Stórá vald á ting. Súsanna Bertholdsen er fyrsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum. Tað er tí líka mikið hvør teirra fer úr landsstýrinum, so verður tað Kim Durhuus, ið er fjórða varafólk og nummar 13 á listanum, sum má víkja tingsessin.
Tí er greitt, at Kim Durhuus og Árni M. Dam missa tingsessin, um hetta verður veruleiki. Tjóðveldi skal so velja, um tey vilja ofra Jóhan Christiansen sum landsstýrismann ella Liljuna Weihe sum tingkvinnu. Fer Eirikur í Jákupsstovu úr landsstýrinum, missir Liljan Weihe tingsessin. Verður tað hinvegin Jóhan Christiansen, sum fer úr landsstýrinum, so verður eingin broyting í tingmanningini hjá Tjóðveldið.











