75 nýggj bátapláss á Argjum

Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at fara undir leingjar av verandi grótkasti, og at gera nýtt grótkast út frá Argjalandinum

Nú fer at verða høgligari at eiga bát á Argjum.

Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at leingja verandi grótkast við 180 metrum, og hetta fer at gera tað kyrrari í bátahylinum á Argjum, enn tað longu er.

Síðani skulu bátabrúgvar leggjast út, so pláss verður fyri 75 bátum aftrat í bátahylinum á Argjum.

Hetta er liður í einari størri útbyggingarætlan fyri smábátapláss í kommununi. Við í ætlanini er eisini at gera grótkast í Álakeri, og verður tann ætlanin til veruleika, fer at verða pláss fyri 150 bátaplássum í Álakeri. Har verður eisini talan um bátabrúgvar.

Tá eystliga høgættin liggur við vindi, kann hetta geva baksláttur frá Argjalandinum inn í Havnarvág, og royndir, sum Dansk Hydraulisk Institutt (DHI) hava gjørt vísa, at um grótkastið á Argjum verður longt 180 metrar so sum tilskilað á tekningini, fer hetta eisini at bøta um kyrruna inni á Havnarvág, serliga í Álakeri.

 

Kostnaður yvir trý ár

Vanliga er tað Tórshavnar Havn, iið stendur fyri slíkum útbyggingum, men í hesum føri er valt, at flyta fimm milliónir frá Tórshavnar Havn til Tórshavnar Býráð, so at byggingin kann fara í gongd beinanvegin.

Arbeiðið er mett at kosta 15,5 milliónir. Býráðið hevur gjørt av at seta fimm milliónir av um árið í trý ár fyri at fíggja útbyggingina. Men vit fara kortini at gera alt liðugt nú, sjálvt um fíggingin verður spjeidd yvir trý ár, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Fíggingin verður tikin av kontoini fyri íløgur í smábátahavnir fyri árini 2007, 2008 og 2009.

Fyribils er játtað ein millión til projektering.