75 ár síðan Bíggjarbáturin fórst

Í 1937 hendu tvær vanlukkur á sjónum. Onnur var, tá ið fýra menn umkomust við Pride, tá hann fór til Svínoyar við ferðafólki. Hin var, tá ið bátur úr Bø hvarv við fýra monnum tann 12. juni 1937

Tað var í besta summarveðri í 1937, at ein bíggjarbátur gekk burtur við fýra monnum. Tað hava verið ymsar gitingar um orsøkina.
Fyri nøkrum síðani var eg biðin um at koma niðan á Lágargarð. Tann tá 85 ára gamli Petur Zachariassen, ættaður úr Mykinesi, vildu fegin greiða mær frá hesum tilburði, sum hann mintist væl til. Hetta var heppið, tí fá ár seinni doyði hann.
Petur var millum teir seinastu, sum sóu henda bátin. Hann gav tá sína meting av orsøkini til van­lukk­una, sum eingin skilti.
Hetta var góðveðursdagur av teim allarbestu, dýrd á vík og vág og klárur himmal. Alt tyktist at vera friður og eingin vandi.
Tað vóru fleiri bátar úr Vágum á Guttamið henda leygarmorgunin 12. juni 1937. Millum teir var 4-manna­farið úr Bø og eitt 4-mannafar úr Mykinesi, eisini við 4 monnum, har Petur var ein teirra.
Hann greiddi soleiðis frá:

Var tað hvalurin sum beindi fyri teimum?
“Tá ið tað nærkaðist til kyrrindi sigldu allir bátarnir langt út á økið, sum undir einum navni verður nevnt Guttamið. Hetta var fyri at liggja væl fyri til kyrrindarakstur, ið bara rekur inneftir. Nú vildi so til, at vit og bíggjarbáturin sigldu ikki útaftur, men blivu við at reka inneftir. Vit vóru sostatt staddir langt innanfyri allar hinar bátarnar, tá ið kyrrindini vóru av.
Vit høvdu bókstavliga rikið borð um borð so nær, at bátarnir bóru saman av og til. Nú var tað eitt báts­sýni út til hinar bátarnar.
Vit báðir bátarnir vóru teir fyrstu, sum fóru at sigla til lands. Vit høvdu stutt at sigla inn móti lendingini í Mykinesi, meðan bíggj­ar­báturin sigldi inn suðureftir móti Falltanganum, tí hann skuldi inn á Sørvág. Soleiðis komu vit skjótt burtur frá hvørjum øðrum.
Á bíggjarbátinum byrjaðu teir at gera reint. Tað var skjótt, at allur fuglurin var aftaná bátinum, eftir sum teir vóru fyrstir at blaka slógv út. Tá ið ein løta var farin, løgdu vit til merkis, at ein stórhvalur leyp leysur úr sjónum stutt aftanfyri bíggjarbátin. Løtu seinni var hval­urin aftur, og eisini tá leyp hann leysur úr sjónum upp á síðuna av bátinum. Hann sást eisini sunnan fyri bátin og tískil nærri honum. Tá góvust teir á bíggjarbátinum at gera reint og broyttu kós beint inn móti nærmasta landi, sum var Heimaranes og Tindskriðubarmurin í Mykinesi. Hetta var uttan iva fyri at sleppa undan hvalinum.
Vit vóru nú við at koma inn á gjónna í Mykinesi. Tá sóu vit bátin og hvalin fyri seinastu ferð. Tá leyp hann eisini leysur úr sjónum, eisini sunnanfyri bátin, og ógvuliga nær at vísa seg. Men tá hendi einki, utt­an at vit sóu, at menn reistust upp í bátinum.
Hjá okkum at síggja, tá vit fóru inn á gjónna, var bíggjarbáturin akkurát leysur úr Leitistanganum. Tá var ikki langt eftir til at fáa fatur í landi, men ov langt álíka­væl. Hví bíðaði hvalurin, til eing­in sá, hvat ið fór fram inni á Tind­skriðu­barminum? Hvat slag av hvali veit eg ikki. Støddin var umleið hálva aðru ferð longdina av einum 5- manna­fari. Hetta er ein meting frá tí vit sóu hann fleiri ferðir í leysum lofti við síðuna av bátinum.
Sunnumorgunin tann 13. juni kl. 10 fyrrapartin komu boð til Myki­nesar um, at bíggjarbáturin ikki var komin aftur leygardagin. So var farið at leita, fyrst har sum vit sóu bátin seinast. Tað var tá vit sóu hann í ferð við at sigla inn á Tindskriðubarmin. Men har var einki at síggja til nakað sum helst, hóast trúliga var leita. So var eisini leitað við størri bátum og skipum víða um, men einki varð funnið burt­ursæð frá eini ár og onkrari tilju, sum fleyt Innan til Undur. Tað er eitt øki vestan fyri Flesina longu undir vesturendanum á Mykines hólmi. Eingin ivi var um, at tað var av bíggjarbátinum, men hvussu var hann farin? Tað vóru nógvar ymiskar gitingar um tað.

Leivdir av bátinum funnar
Mánamorgunin varð restin av bátinum funnin inni á Tind­skriðu­gjónni. Tað er ein lítil gjógv inni á botninum á Tindskriðubarminum, sum sker seg inn í landslagið millum Tindskriðu og Lambafelli.
Hendan restin av bátinum var ikki nógv. Bert kjølur, kjalarborð, fláborð og ein partur av tí triðja borð­inum og endin av øllum bond­unum. Tey vóru skoytt mill­um triðja og í beinari linju í fjórða borði úr enda í annan. Tá ið báturin hev­ur fingið slagið av hvalinum, er all­ur báturin omanfyri við einum parti av triðja borðinum skræddur upp í heilum líki. Komandi vestfall hev­ur so tikið alt, sum fleyt, vestur í havið.
Tað arbeiddu nógv fólk úti á Mykineshólmi tann dagin. Tvey nýggj sethús vórðu bygd úti á hólm­inum. Tey høvdu lagt til merk­is nakað av rekaviði, sum fór við vest­fallinum út um hólmin seinna­partin tann dagin, ið báturin fórst. Men tað var eingin, sum droymdi um, at nakar bátur var burturgingin so gott sum veðrið var.
Tá eg fyri tveimum árum síð­ani var inni á bátasavninum í Brekku­túni og hugdi at vrakinum av bíggj­ar­bátinum, sum var varðveitt har, kom eg eftir, hví báturin ikki var funnin sunnudagin. Orsøkin var uttan iva, at motorurin var skrædd­ur upp við botnrammuni úr stoypi­jarni av teimum 4 skrúvunum, sum ramman hevur verið fest í. Í eiki­klossunum í botninum vóru tvær skrúvur í hvørjum borði. Tríggj­ar skrúvur, tvær í bakborð og tann aftara í stýriborð vóru vekk. Men tann fremra skrúvan í stýri­borð sat føst, og har er botn­ramman brotin líka innan fyri skrúvuhøvdið. Av teirri orsøk, at motorurin ikki er blivin leysur frá bátinum beinanvegin, hevur motor­urin tikið tað, sum eftir var av bátinum, niður á botn. Har hev­ur hann ligið leygardagin og sunnu­dagin, men mánanáttina er so báturin flotnaður upp á eyst­fallinum. Eystfallið rekur bert ein­ar tveir tímar inni við land undir oynni sunnanfyri, og tað rekur inn suðureftir, tá vestfallið er komið. Inni við land hevur báturin flotið so innarlaga, at tað ikki hevur klárað at tikið hann út um Leitistangan. Av teirri orsøk er hann endaður inni á Tindskriðugjónni.

Óvissan heima
Tann kendi lærarin í Sørvági, D.D., Daniel Danielsen, hevði í Dimma­lætting eina lýsing av, hvussu heima­fólkið upplivdi henda lagnu­dagin. Hann tekur eisini til, hvussu vakur hesin dagurin var.
“Solen hævede sig over Hori­sont­en saa luende og varm, at alle Herrens Skabninger vaagnede jubl­ende glade. Fuglene sang og kvid­rede af Glæde over den varm­ende glødende Sol, Lammene paa Marken løb dansende muntre frem og tilbage over de glinsende Dug­perler. Hver Sømand var der Fart i for at komme ud paa Havet ud til Fiskemedet for at faa en rigelig god Fangst at føre hjem til sine Kære til Aften.”
Allir bátarnir fyltu seg og komu aftur so tíðliga til lands, at teir kundu fáa fongin avreiddan, áðrenn tað var blivið heilagt sunnudag.
Men báturin úr Bø var ikki komin. Men roknað var við, at hann sjálv­andi var farin til Sørvágs at av­reiða eins og so nógvir aðrir bátar, so tað kundi roknast við honum hvørja løtu!
Men “den lod vente længe paa sig. Den varme Mad og den duftige Kaffe, som kærlige Hustruer havde lavet til, blev snart staaende for længe.
Nu var der endelig en, som hørte Dunkene fra en Motor. Hun gaar ud for at se efter. Nej, det maa nok have været noget andet, for der er ikke noget at se, det maa have været en Indbildning.”
Nú verður tað so seint, at tað er best at leggja seg í songina at bíða í klæðum, so tað er skjótt at fara upp aftur, tá ið teir koma.
“Hen mod Morgene vækkes de af Dagskæret og Fuglenes Kvidren paa Taget, men hvad, Sengen er tom! O, Jesus, hvad skal det betyde? Hvorfor er de ikke kommet? Bange Anelser tager Modet fra dem, og dødelig Angst faar Kinden til at blegne, men man kæmper for at holde Taarerne tilbage.
Lad os for Guds skyld faa vækket Naboerne! Den lille Bygd bliver straks alarmeret og hvert Menneske er uden Tøven forsamlet ved det tomme Baadskur, hvor der med Angst og Smerte drøftes frem og tilbage, hvad der kan være hændt.”
Síðan verður farið at leita, og ringt verður til vinir og kenningar í øðrum bygdum um at gera tað sama í vón um, at menninir kunnu hava bjargað sær í land onkustaðni. Alla staðni, har tað kundu hugsast at finna menninar var leitað, men einki kom burtur úr.
“Over den lille Bygd Bø med sine otte huse, hviler der nu et trist Mørke af Ensomhedsfølelsen og bitter Sorg over de tabte Slægt–ninge. Omtrent Fjerdedelen af hele Bygdens Mandskab er paa een Gang faldet paa den vaade Krigsplads i kamp mod det hjerteløse Hav.”

Hevði bygt og skuldi giftast
Teir sum fórust við bátinum vóru:
Elias Joensen f. 1889. Eftir sat kona við tveimum smáum børn­um. Hann var keypmaður. Nøk­ur ár seinni doyði konan Anna Sofía, og børnini fóru av bygdini til fosturs. Jens Pauli fór til Vest­manna og Jóanis vaks upp hjá pápa­beiggjanum, Pól Joensen í Sandavági.
Andreas Guttesen, f. 1883. D.D., skrivaði um Andreas: “Det sidste Aars Tid havde han anvendt til at opføre sig et smukt og hyggeligt Hjem, der nu stod færdigt til det vordende Ægtepar. Men hans haabe­fulde Arbejde skulde ikke kron­es med Ægte­skabets Lykke. For hans vord­ende Ægte­fælle skulde Frem­tids­haabet om­skiftes til Sorg­ens Mørke.”
Gentan hjá Andreas var Lena í Niðristovu í Bø. Hon giftist seinni við Petur Heinesen í Miðvági.
Hans Hendrik Guttesen f. 1886, giftur og sonur hansara,
Ólavur Guttesen, 20 ára gamal. Kona Hans Hendrik og trý vaksin børn sótu eftir. Konan var Ella Maria, fødd Niclassen, úr Sørvági.
-----

Sorgar- og minnis­guds­tænasta í Bíggjar kirkju

Minningargudstænasta var 27. juni 1937. Henda frásøgn stóð í Føroya Social Demokrati 3. juli:
Tann svára sorg, sum kom yvir Bíggjarbygd, kenst um alla oynna. Tað var eisini ásýniligt sunnudagin, tá hildin varð sorgar- og minnisgudstænasta. Har var komið saman um 200 fólk í tí lítlu Bíggjar kirkju. Frá øllum bygdum í oynni og aðrastaðni var fólk komið.
Kirkjan var skrýdd við blómum, og á kórsgáttini stóð eitt borð við svørtum klæði, har brunnu 4 ljós í messingastakum.
Álvarsamt og hátíðarliga ljóðaði urgan, meðan kirkjan fyltist til ytstu dyr.
Eftir inngangsbønina ljóðaðu sálmarnir: "Lover Herren, han er nær" og "Jeg lever og ved" og vágaprestur, Poul Johansen, prædikaði yvir evangeliið til henda sunnudag (Luk. 5, 1-11). Í prædikuni minti hann á, at vit føroyingar hava fiskiskap til høvuðsvinnu. At henda vinna ofta krevur nógv mannalív og soleiðis veldur stórar sorgir. Hann minti aftur á teir farnu og tey ríku, góðu minnir, ið eftir teir eru. Hjá kristnum menniskjum eigir sorgin ikki at vera uttan vón. Trúgvin og vónin um aftur at hittast skal styrkja og bera.
Sálmurin "Tú Harri Krist" varð sungin, og Emil Joensen, prestur, prædikaði yvir Matt. 8, 23-27. Í prædikuni nevndi hann, at Bøur í søguligari tíð aldri hevur verið fyri tílíkum óhappi at missa so nógv eina ferð. Hann lýsti lyndi teirra, ið burtur vóru farnir, teir vóru rætthugsandi menn og álitismenn í starvi sínum. Saknurin verður stórur, men trúgvin á frelsarin skal bera tey, sum av varða. Emil var beiggi Elias.
Sálmarnir "Tonk, einaferð tá mjørki í skal lýsa" og "Tað er ein stutt, ein stokkut løta" vórðu sungnir. Hesin seinasti sálmurin er yrktur beint aftaná ólukkuna av Mikkjal av Ryggi. Vit skulu tí prenta hendan sálm uppaftur:

Tað er ein stutt, ein stokkut løta,
so fara vit úr hesi verð;
í himmiríki aftur møta
vit teimum, sum vit mistu her,
sum tú algóði faðir mín
í náði leiddi heim til tín.
2. Hjá Guði glað tey okkum bíða,
í sælu teimum tíðin fer.
O, faðir! gev oss kraft at stríða,
til fagnarstundin komin er,
tá loyst frá lívsins neyð og sorg
vit vinna heim í tína borg.
3. Tá gloymd er øll vár svára møði,
tí Jesus turkar burt hvørt tár;
í endaleysu andans frøi
vit liva har í ótald ár;
tá syngja vit so glað og sæl:
Guð gjørdi alt so sera væl!

Ein grípandi sorgargudstænasta, ikki einans fyri tey avvarðandi, men fyri alt fólkið, sum henda dag var samankomið í Bíggjar kirkju.
Í Bø er ætlanin at hava eina minningarløtu til minnis um hesa hending, sum skakaði bygdina so nógv.