756 børn byrjaðu í 1. flokki

Mánadagin varð farið undir skúlaárið eftir summarfrítíðina

Fyrsti skúladagur
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo

Mánadagin fór skúlaárið 2004/05 av bakkastokki hjá flestu fólkaskúlunum kring landið. Hjá 756 børnum var talan um ein heilt serligan dag í lívinum, tí mánadagin var teirra fyrsta smakkiroynd av lívinum á skúlabeinki. Á fyrsta degi í skúlanum plagar ikki at henda stórvegis. Børnini fáa eina tímatalvu og flokslærarin greiðir frá, hvat komandi skúlaár hevur at bjóða upp á.
Flestu 1.floksnæmingar í ár eigur Skúlin í Hoyvík, har 65 børn skuldu byrja í gjár. Hetta er annað árið á rað, at Skúlin í Hoyvík eigur metið.
Í hinum endanum kann nevnast, at bert ein 1. floksnæmingur byrjar í Sumba, Haraldsundi, Mikladali og Trøllanesi, Mykinesi og við Gjógv.