77 ár síðan fólkaatkvøðuna

Nú eru 77 ár liðin síðani tann hin 14. september 1946 tá eg - ný­liga fylt­ur seks ár - sam­an við mammu míni fór om­an til skúlan í Kaldbak, har fólka­at­kvøða var um, hvørt vit skuldu taka við danska stjórn­ar­upp­skot­i­num ella loysa frá Dan­mark.

Mikil var frøin tá talt var upp um kvøldið. Mamma hevði vunnið!

 

Tá vit í dag fara inn á int­er­netið fáa vit at vita tað sama sum vit hoyrdu í út­varp­i­num hetta kvøldið fyri 77 ár­um síðani. Loysing vann við 51 prosentum av at­kvøð­u­num, og á einari dem­o­krat­isk­ari at­kvøðu verð­ur tað sett í verk, sum meir­i­lutin samtykkir.

 

Í ódemokratiskum lond­um er øðrvísi. Har verð­ur tann dem­o­krat­iski meir­i­lut­in kúg­aður við hermegi.

 

Tíverri fyri mammu mína og land og tjóð okkara vísti tað seg fyri 77 árum síð­ani, at Dan­mark er eitt av heims­ins ódemokratisku lond­um.

 

Tá løgting okkara vildi taka upp sam­ráð­ingar við donsku stjórn­ina um at seta tað í verk, sum mamma mín hevði atkvøtt fyri, varð eitt krígs­skip sent til Tórs­havnar at handtaka teir løg­tings­menn, sum vildu sam­ráðas­t. Uttan nakra heim­ild yv­ir­høv­ur sendi danska stjórnin har­um­framt okkara nývaldu løg­tings­menn til hús.

 

Hetta var ein ólóglig gerð, og ein ó­lóg­lig gerð út­vegar ikki tí, sum hevur brot­ið gald­andi lóg, nakran rætt. Okk­um hevur órættur ver­ið fyri!

 

Tí hava vit rætt til at krevja av donsku stjórnini, at hon biður okkum so miri­liga um fyrigeving fyri ta ó­lóg­ligu gerð, sum hon gjørdi ímóti okkum fyri 77 ár­um síðani, og at hon sum skjót­ast tek­ur upp sam­ráð­ing­ar við okk­um um loys­ing­ar­sátt­mál­an.

 

 

 

Zakarias Wang