Talv
Vladimir Kramnik, sum vann kappingina við 7 stigum av 12 møguligum, vann tvey talv og leikti tíggju javnleikir. Garry Kasparov vann einans eitt talv og telvaði ellivu javnleikir. Kasparov leikti tó bert tveir stuttir javnleikur undir 25 leikir, og royndi av øllum alvi at vinna sær fleiri stig í hinum talvunum. Hann hevði eisini vinnandi støður í fleiri talvum, men hvørja ferð forðaði tíðareyð honum at hála seinasta kastið inn.
Kasparov brúkti sum heild ov nógva tíð í Linares. Helst er orsøkin tann, at hann ikki hevur telvað nógv seinasta árið.
Kramnik hinvegin leikti heili sjey javnleikir, ið vóru undir 25 leikir. Kramnik er tí eingin dámligur vinnari av Linares 2004. Leko og Kasparov blivu nr. 2 við 6,5 stigum, meðan Radjabov og Topalov fingu 6 stig. Aftastir vórðu Shirov og Vallejo við 5 stigum.
FM á páskum
Tofta Talvfelag skipar í ár fyri FM-einstaklingakappingini á páskum.
Seinast toftamenn átóku sær at standa fyri FM-kappingini var í 1982. Tá vann Jens Kristian Hansen FM framanfyri Jóan Pætur Midjord og Hans Jacob Petersen. 1. bólk vann Jefri Justinussen, meðan Rani Nolsøe vann 2. bólk. Unglingameistarin í 1982 varð Haldur Suni Johansen (Kelda: Føroysk Telving í 20. øld, eftir Suna Merkistein.)
Telvað verður helst í døgunum 3-10. apríl. Fleiri og nærri upplýsingar verða til taks komandi vikurnar. Sí annars www.faroechess.com.