79 ár og framvegis á sjónum

Sum 16 ára gamal fór hann um summarið til Íslands við Borglyn, og um heystið fór hann til Íslands við sluppini Marshall. – Tað var tungt at standa við snørinum hjá einum ungum knarki, sum mær, sigur Salli Lognberg í Skopun

Umborð

 

Salli Lognberg í Skopun hevur róð út ein stóran part av sínum lívi, og hann hevur verið sjómaður at kalla alt sítt lív. Í dag er hann 79 ára gamal og fyllir 80 ár 18. november.

Saman við fýra øðrum monnum, har ímillum bróðrinum Osmundi Lognberg, keyptu teir 30 tons stóra útróðrarbátin Harðaberg fyri longu nógvum árum síðan. Herman Winther, keypmaður, var millum eigararnar og tók sær eisini av rakstrinum av bátinum. Teir róðu við línu og egndu í landi. Vanliga settu teir einar 40-50 stampar hvørja ferð.

- Fyri tað mesta vóru Osmundur Lognberg, Tórálvur Poulsen, sum eisini var ein av eigarunum og eg við bátinum. Hetta gekk hampiligt, og fitt av fiski var at fáa. Men fiskaprísirnir vóru ikki á leið teir, sum vit kenna í dag. Vit royndu við línu, men um summarið gjørdu vit onkran upsatúr í Íslandi við snellu.

Tá teir høvdu havt Harðaberg í eini fimm ár ella so, gjørdu teir av at selja.

- Eftir hetta keypti eg mær fyrst eitt 7-mannafar, og seinni læt eg byggja ein svenskan Stigfjord glastrevjabát, sum var 28 føtur langur og tríggjar metrar breiður.

Salli sigur, at hann kendi Herman Hermansen í Hósvík væl, og hesin hevði júst keypt sær ein útróðrarbát av hesum slagnum.

- Mær dámdi henda bátin so sera væl, og tí fór eg til hansara at spyrja, hvussu eg kundi fáa fatur á einum slíkum báti. Tá saman um kom, læt eg ein Stigfjord bát byggja.

Hann sigur, at skrokkurin á bátinum, sum hann síðan hevði í eini 17 ár, var líka sum í trimum rúmum . Vatntætt skot var millum lugar og last og aftur millum last og motorrúm.

- Mær dámdi hetta væl, og eg kendi meg tryggan í bátinum. Skuldi okkurt borist á, og báturin fór at leka í einum rúmi, fyltist bert tað eina – og ikki hini bæði. Ein várdag, tá eg var á veg vestur um Høvdan, fekk eg eisini at síggja, hvussu tryggur hesin skrokkurin var. Tað var tvassut, og báturin setti ógvuliga hart. Einaferð var ein harður brestur, og eg ivaðist í, um eg hevði siglt á eitt hvørt, sum fleyt í sjónum. Eg slakkaði av, men koyrdi síðan nakað á aftur, tá eg ikki dugdi at síggja, at nakað var galið.

Nú byrjaði báturin at uppføra seg

undarliga, og tá varnaðist Salli, at sjógvur var í maskinrúminum. Hendan várdag var hann einsamallur á báti.

- Motorurin var loysnaður á fundamentinum, men so heppin var eg, at pakkdósin smeltaði og tetti fyri lekanum, sum báturin annars hevði fingið.

Salli sigur, at hann hendan dagin kundi sigla til lands við egnari hjálp.

- Tá eg hevði havt Stigfjord-bátin í 17 ár og tá var komin upp í árini, helt kona mín, Jutta, sum er úr Húsavík, fyri, at nú mátti eg taka ferðina av og gevast at dríva tað so hart.

Tað eru nú fimm ár síðan. Men Salli vildi ikki gevast heilt.

- Um somu tíð, sum eg seldi bátin, keypti eg mær eitt 10-mannafar, sum eg havi havt síðan. Eg eri á floti, tá tað viðrar, og eg velji mær løturnar sjálvur. Nú verður útróðurin ikki drivin so hart sum áður, og eg royni bara við snellu. Eg havi góðar Vága-snellur í bátinum.

Salli fór longu til skips stutt eftir krígslok, tá hann var 16 ára gamal.

- Mín fyrsti túrur var við Borglyn, sum var eitt jarnskip av Tvøroyri. Åge Johannesen úr Skopun var skipari, og hetta var um summarið. Vit fóru á ísfisk undir Íslandi, og reiðskapurin var snøri. Tað var strævið hjá einum 16 ára gomlum at standa við hesi tungu loddini. Snørini, vit brúktu á grynri og djúpari vatni vóru ymisk til tyngdar, men tung vóru tey hjá einum ungum knarki, sum hann tekur til.

Teir vóru einir 20 mans við Borglyn, og Salli heldur, at hesin fyrsti túrurin vardi í einar tríggjar vikur. Tá teir komu heimaftur, fór skipið niður til Bretlands at selja, men Salli fór ikki við.

- Eg var bert tann eina túrin við hesum skipi. Hugurin var góður. Tú longdist, men tað gloymdi tú skjótt, og so fórt tú avstað aftur, sigur hann.

Um heystið, sum hann hevði verið fyrsta túrin við Borglyn um summarið, fór Salli við sluppini Marshall til Íslands á ísfisk. Teir royndu eisini við snøri. Ernst Thomsen, ið var sumbingur, sum var giftur til Vágs, var skipari. Hann fiskaði altíð væl.

- Eg var eisini á saltfiski við Borgini í Íslandi og seinni í Grønlandi. Vanliga byrjaðu vit við einum lítlum línustumpa, men síðan royndu vit við snøri.

- Tað var nógvur toskur at fáa í Grønlandi um hetta mundið, og í Íslandi var eisini væl av fiski. Íslands-miðini kundu tó slett ikki samanberast við fiskiskapin, vit høvdu í Grønlandi.

Salli sigur seg minnast, at túrurin í Grønlandi mundi vara í stívliga tríggjar mánaðir.

- Minnist eg rætt, høvdu vit 1400 shippund hendan túrin í Grønlandi, og tað var ein hampiligur túrur, sigur hann.

Salli hevur altíð dámað væl at søkt bjørgini og fuglin, tá hann hevur verið heima.

- Eg var heilt ungur, tá pápi byrjaði at taka meg við í bakkan, og heilt frá ungum av hevur mær dámað sera væl at fleygað gamlan havhest og lunda.

Eftir tíðina við Borgini, var hann heima eitt sindur, og síðan kom útróðurin í Ravnoynni í Grønlandi fyri.

- Ein stórur dampari flutti okkum og maskinbátarnar yvir til Grønlands um mai/ juni og kom eftir okkum og fiskinum aftur seint um heystið. Í Grønlandi róðu vit út, flaktu og saltaðu fiskin í skúrum. Mær dámdi hetta lívið ógvuliga væl, tí tað kendist so heimligt. Tú var heima um kvøldarnar, og tá hevði tú eisini kokk, sum syrgdi fyri matinum. Vit veiddu og hagreiddu okkara egna fisk, og tá ið vit so fóru heimaftur, tóku vit fiskin við okkum.

Hann sigur, at teir vóru eini 5-6 mans á hvørjum maskinbáti, og hann heldur seg minnast, at tað mesta, teir fingu í eini vertíð, var 500 shippund – ella 100 shippund á mannin.

- Ein sesong í Ravnoynni vardi vanliga í einar 3-4 mánaðir, sigur Salli, sum róði út í Grønlandi í nøkur summur.

Eitt skifti í lívinum fekst hann við at pussa og múra í Havn, og hetta dámdi honum eisini væl.

- Eg plagi at siga, at eg havi verið útróðrarmaður ein stóran part av mínum lívi, bæði her heima og í Grønlandi, og áðrenn eg fór at rógva út, var eg við fleiri av teimum gomlu skipunum. Soleiðis havi eg verið sjómaður at kalla alt mítt lív, sigur Salli Lognberg í Skopun.