Akstovan hevur í gjár latið politistøðunum kring landið 799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2026.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, verður sagt av Akstovuni.











