Forvitnislig framsýning á Fossánesi

- Í ár hevur verið undirvísing í hondarbeiði, glaslist, málningalist, pilates, føroyskum dansi og guitara.

 

- Árliga framsýningin hjá kvøld- og frítíðarundirvísingini verður sunnudagin hin 19. apríl frá klokkan 14-18.

 

Hetta siga tey í Hvannasunds kommunu í dag, og her verður víst á, at framsýningin verður í Skúlanum á Fossánesi.

 

- Í ár hevur verið undirvísing í hondarbeiði, glaslist, málningalist, pilates, føroyskum dansi og guitara.

 

Haraftrat hevur eisini eitt plantuskeið verið.

 

Í Hvannasunds kommunu siga tey, at onkrar myndir frá ymiskum, sum verður at síggja, verða lagdar út á heimasíðuna seinni.