Meiri enn 8.000 stjórnarhermenn og trygdarmenn hjá myndugleikunum hava latið lív, síðani uppreisturin byrjaði í Sýrialandi í mars í fjør. Tað sigur ein leiðari á Tishrin-hernaðarsjúkrahúsinum í Damaskus.
-Vit fáa millum 15 og 20 lík av hermonnum og trygdarmonnum higar um dagin, og talið veksur í hvørjum, sigur tann ónevndi leiðarin við fronsku tíðindastovuna AFP. Hann sigur, at í gjár komu 47 lík á sjúkrahúsið, og tá bardagarnir vóru upp á tað harðasta, komu umleið 100 lík á sjúkrahúsið um dagin.
Yvirmaðurin leggur afturat, at 60 prosent vóru deyð av skotsárum, 35 av spreingingum, og at 5 prosent vóru myrd.
Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at meiri enn 25.000 fólk hava latið lív í ófriðinum í Sýrialandi, og at tey flestu vóru sivilfólk.