8 kekkiskir leikarar smittaðir

Tað verður neyvan nakar hondbóltslandsdystur á Hálsi í kvøld

Tá ið kekkiska landsliðið kom til landið í gjár, blivu teir sjálvsagt kannaðir fyri korona, og tað hevur so víst seg, at 8 av 22 í hópinum vóru smittaðir við korona.

Hallur Danielsen frá HSF váttar hetta fyri in.fo, og hann sigur, at man nú er í samskifti við europeisku hondbóltssamgonguna EHF um, hvat skal gerast.

- Men tað verður neyvan nakar dystur á Hálsi í kvøld, staðfestir hann.

Frammanundan var greitt, at Kekkia var uttan sínar venjarar, tí teir báðir vóru raktir av korona og tí vóru eftir í heimlandinum. 

Fyri Kekkia er tað eisini ein vanlukka, at teir eru so hart raktir, tí um slakar tvær vikur skulu teir taka lut í HM-endaspælinum í Egyptalandi.