Valkyrjurnar í Suðuroy skipa fyri tiltaki altjóða Kvinnudagin Valkyrjurnar, sum er áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy, skipa altjóða Kvinnudagin 8. mars fyri áhugaverdum tiltaki í Pub & Café´ini hjá Thomsen á Tvøroyri.
Á skránni er tónleikur, fyrilestrar og ábit. Byrjað verður við sangi og guitartónum frá Rebekku Søndergaard Mortensen og einum vælkomstdrykki. Síðani fer Anna Mortensen, sum er forkvinna í Valkyrjunum, at hugleiða um kvinnudagin og kvinnur i Suðuroynni.
Marita Rasmussen, sum er nýggjur stjóri í Vinnuhúsinum, fer at tosa um vinnumøguleikar í Suðuroy og í Føroyum sum heild. So verður matarsteðgur, har bjóða verða ymiskar salatir við breyði, og Rebekka syngur og spælur. Agnes Mols Mortensen, lívfrøðingur, við sergrein í tara, fer síðan at halda fyrilestur, har hon viðger samansetingina Tari, gransking og Suðuroyggin.
Susanne Høgh Olesen, sjúkrarøktafrøðingur og master í MVU, fer at tosa um kvinnur og útbúgving undir heitinum ?som at spise dessert?. At enda fer Elin Mortensen, samskipari í Amnesty International, Føroya deild, at røða um harðskap móti kvinnum.
Tiltakið, sum er alment, verður í Pub & Café´ini hjá Thomsen. Byrja verður kl. 13:00 til umleið kl. 16:00. Kostnaðurin fyri alt tiltakið er 100,- kr. Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu á Pub & Café´ini hjá Thomsen, í Tangabúðini og á Statoilstøðini á Tvøroyri og í Vági.
Sí eisini heimasíðuna www.valkyrjurnar.org