80 hval deyðir á Viðvík

Ein grind legði beinini á Viðvík í dag.

Tað ljóðaði, at talan var um eina stóra grind, og sum skilst var hon eisini stór, tá hon var funnin.

Spurningurin var, um grindin skuldi haldast til á Viðvík ella í Hvannasundi, men tá avtornaði endaði hon á viðvík, har hon eisini legði beinini.

Norðlýsið veit í kvøld at siga frá, at grindin var upp á 80 hval, og tí ikki so øgliga stór, sum roknað var við í byrjanini.

Sýslumaðurin sigur við blaðið, at tað í løtuni er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu býtt verður og nær seðlarnir koma út, men fyrst og fremst verður hugsað um økið norðanfyri.