80-ára stjørnur bresta saman

Ólavsøkuaftan klokkan 17.30 ver_ur søguligur fótbóltsdystur á Ni_aravølli í Gundadali, har spælarar, sum gjørdu um seg í 80-árunum, fara at dystast.

Eitt su_uroyarli_ manna_ vi_ leikarum, i_ spældu vi_ 1. deild hjá TB og VB í 1980-árunum, og eitt HB-li_ somulei_is manna_ vi_ leikarum, i_ høvdu síni bestu ár í áttatiárunum, hittast í einum dysti, sum fær gamlar dagar aftur í Gundadal.

TB hev_i síni gullár í 70-árunum, men teir megna_u eisini at gerast meistarar í 1987 skutin framman fyri HB. Ári_ eftir gjørdist HB føroyameistari vi_ at vinna sí_sta dystin á TB. Tvørámenn vóru eisini føroyameistarar í 1980, og HB var føroyameistari í 1981, 1982 og 1990, so ta_ eru millum bestu li_ini um hetta mundi_, sum bresta saman á ólavsøku.

VB var fyrstu fer_ føroyameistari í 2000, men sí_st í 1980-árunum kom eitt n_tt ættarli_ fyri seg, sum millum anna_ gav HB bank í Gundadali. Vi_ á HB-li_num vera eisini tveir leikarar frá tiltikna B71-li_num, sum tók øll á bóli vi_ at vinna FM í 1989, so ta_ ver_ur eitt satt afturljó_ frá teirri fortí_ini, tá i_ ta_ var skomm at skifta felag.

Tvørábakkin plagdi at vera avtagla_ur, tá i_ HB og TB høvdu sínar uppger_ir í gomlum døgum. Har standa felagshúsini í dag, so heilt ta_ sama ver_ur ta_ neyvan, men søgufró_ir fótbóltskennarar munnu helst fáa smíli_ fram kortini, um teir vitja ni_an í Gundadal 28. juli klokkan 17.30.

Atgongdin er ókeypis.