85 ára gamal ákærdur fyri rasismu í Noregi

Norska kringvarpið - NRK - veit í dag at siga, at málið um rasismu kemur fyri í tingrættinum í Helgeland í endanum av august.

Ein 85 ára gamal maður á einum ellisheimi í Nordland í Noregi er ákærdur eftir rasismugreinini í revsilógini.

Sambært ákæruni hevur maðurin borið fram hatursfullar útsagnir móti einum starvsfólki á stovninum.

 

Hetta hevur viðkomandi gjørt orsaka av húðaliti og etniska upprunanum hjá starvsfólkinum.

 

Á ellisheiminum hevur maðurin kallað starvsfólkið "tú, tín svarti - tú skalt ikki arbeiða her", og "tú við hasum hijabinum hevur einki at gera her..." 

 

Norska kringvarpið - NRK - veit í dag at siga, at málið um rasismu kemur fyri í tingrættinum í Helgeland í endanum av august.