86 ára gamla, Johanna Quaas, legði annan ítrótt á hillina fyri at gerast hondbóltsspælari í gamla Eysturtýsklandi. Eftir at hon sum 30 ára gomul hevði verið við til at vinna altjóða meistaraheiti í hondbólti, byrjaði fimleikaævintýrið, sum nú - tá hon er 86 ára gomul - hevur gjørt hana til eina veruliga netstjørnu.
Tá hon var 35 ár, noyddist hon upp í senior-bólkin, og her kappast hon framvegis. Eitt videoklipp liggur úti á ymiskum heimasíðum - og eisini á www.dagbladet.no - haðani hesin greinastubbi hevur sína keldu.
Sambært Dagbladet hava út við ein miljón hyggjarar sæð umrødda klipp seinastu fáu dagarnar, har henda 86 ára gamla vísir, at hon framvegis dugir síni ting.
Áskoðarar eru hugtiknir av Johannu Quaas, har hon kappast í Cottbus Challenger Cup. Hinir luttakararnir í kappingini kundu eftir aldrinum saktans verið hennara ommubørn.
Hendan 86 ára gamla megnaði bæði uppgávurnar á plankunum og á gólvinum við manér.
Johanna Quaas hevur í fleiri ár kappast í senior-bólkinum og hevur vunnið 11 medaljur í týska seniormeistaraskapinum, har hon sjáldan fær nakra serliga mótstøðu millum sínar javnaldrar.