87 fólk eru deyð ella saknað eftir ísraelska álopið á Gaza

Álopini raktu norðara part av Gaza leygardagin og eru millum tey deyðiligu í fleiri mánaðir í palestinska økinum.

Í minsta lagi 87 fólk eru deyð ella saknað eftir eitt ísraelskt álop á Beit Lahiya í norðara parti av Gaza leygarkvøldið.

Tað upplýsir heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas ræður yvir, í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.

Fyrr varð boðað frá, at 73 fólk doyðu í álopinum, sum verður lýst sum eitt tað blóðugasta í fleiri mánaðir í palestinska økinum.

Umframt tey deyðu og saknaðu hava fleiri enn 40 fólk fingið skaða.

Í dag eru bjargingarátøk framvegis í gongd í økinum, upplýsa heilsumyndugleikarnir í Gaza.

- Enn eru offur undir húsaleivdunum og á vegnum. Sjúkrabilamanningar og borgarliga tilbúgvingin kunnu ikki røkka teimum, skrivar Heilsumálaráðið í Gaza í eini fráboðan.

Sunnan fyri Beit Lahiya, sum varð rakt í álopinum, er býurin Jabalia. Her hava ísraelskar herdeildir roynt at trýst út Hamas-stríðsmenn, sum eftir eru, seinastu tvær vikurnar sum liður í einum umfatandi átaki.

Síðani 7. oktober 2023 hevur herurin í Ísrael roynt at vinna á hernaðarrørsluni Hamas í Gaza. Stríðið er ein reaktión uppá óvæntaða álopið hjá rørsluni á Ísrael í oktober í fjør.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

 

Mynd: AFP/Ritzau Scanpix