Í beinleiðis sending í Degi og Viku fríggjakvøldið boðaði Høgni Hoydal frá, at hann hevði lagt frá sær sum formaður í Tjóðveldi. Sirið Stenberg er nú forkvinna til leygardagin, tá nýtt forfólk skal veljast.

Høgni Hoydal loysti 13,8 milliardir frá Danmark

Síðani Høgni Hoydal setti fullveldi á skrá í 1998 er ríkisveitingin úr Danmark minkað við tilsamans 13,8 milliardum krónum.

Í beinleiðis sending í Degi og Viku fríggjakvøldið boðaði Høgni Hoydal frá, at hann hevði lagt frá sær sum formaður í Tjóðveldi. Sirið Stenberg er nú forkvinna til leygardagin, tá nýtt forfólk skal veljast.

Tað er ein maður við stórari ávirkan á føroyskan politikk, sum fríggjakvøldið legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi.

Høgni Hoydal varð valdur á ting á løgtingsvalinum 30. apríl í 1998 – og tvær vikur seinni var hann landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Hann varð tá eisini varaløgmaður og landsstýrismaður í lógarmálum og norðurlandamálum.

Síðani tá er hann valdur sjey ferðir á ting. Hann rakk ongantíð løgmanssessinum, men hevur verið landsstýrismaður fýra ferðir í tilsamans umleið 12 ár.

Hann blásti lív aftur í fullveldisneistan í Tjóðveldisflokkinum, sum næstan var kódnaður í 1998. Flokkurin tvífaldaðist og gjørdist fyri fyrstu ferð síðani stovnan í 1950 størsti flokkur við 23,8 prosentum og 8 tingfólkum.

Eingin tosaði í álvara um at minka ríkisveitingina úr Danmark, sum í 1998 var upp á 908,3 milliónir krónur. Men tað var so eitt av málunum í fullveldistilgongdini hjá Høgna Hoydal.

Hann fekk Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin við upp á ætlanina, og aftan á miseydnaðu fullvedissamráðingarnar við donsku stjórnina í 2000 varð farið undir at fyrireika blokkniðurskurðin, at minka ríkisveitingina úr Danmark.

Tað var gjørt við samráðingum við donsku stjórnina, sum endaði við einum ríkislógartilmæli, sum varð samtykt í Løgtinginum við øllum atkvøðunum hjá samgonguni, uttan Helenu Dam á Neystabø, sum tá var farin úr Sjálvstýrsflokkinum.

Soleiðis atkvøddu tingfólk um blokkniðurskurðin:

##med2##

Blokkstuðulin varð eftir hetta heldur ikki prístalsjavnaður, so hann stóð í stað, til Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og fíggjarmálaráðharri í 2011 heitti á donsku stjórnina um aftur at prístalsjavna ríkisveitingina. Hetta var, tá Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður. 

Tí vaks ríkisveitingin næstu árini. Í 2012 var hon 624,5 milliónir krónur, í 2013 var hon 632,2 milliónir krónur, í 2014 var hon 635,4 milliónir krónur og í 2015 641,8 milliónir krónur.

Tá nýtt landsstýri við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn tók við í 2015 varð gjørt av at taka prísjavningina av aftur, og síðani stóð ríkisstuðulin í stað – til í fjør, tá somu flokkur aftur høvdu skipað samgongu. Tá varð gjørt av at minka ríkisveitingina við 25 milliónum um árið.

Tí var ríkisveitingin í 2023 minkað til 616,8 milliónir krónur. Í ár er ríkisveitingin 591,8 milliónir krónur. Næsta ár verður hon 566,8 milliónir krónur og í 2026 verður ríkisveitingin úr Danmark 541,8 milliónir krónur.

Um tey 16 tingfólkini úr Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum ikki høvdu samtykt hetta ríkislógartilmælið hendan 15. mars í 2002, so hevði ríkisveitingin vaksið á hvørjum ári, tí hon varð prísjavnað. So hevði ríkisveiting í ár verið 1,52 milliardir krónur, ella næstan tríggjar ferðir so stór, sum hon er – ella nær um eina milliard krónur hægri, enn hon er í ár.

Tilsamans er ríkisveitingin minkað 13,8 milliardir krónur síðani 2002. Og kortini hava Føroyar størri BTÚ enn Danmark. 

Soleiðis kunnu vit siga, at politikkurin, sum Høgni Hoydal stóð á odda fyri í føroyskum politikki, hevur flutt okkum 13,8 milliardir krónur nærri fullveldinum.

 

Í beinleiðis sending í Degi og Viku fríggjakvøldið boðaði Høgni Hoydal frá, at hann hevði lagt frá sær sum formaður í Tjóðveldi. Sirið Stenberg er nú forkvinna til leygardagin, tá nýtt forfólk skal veljast.