87 fólk traðkað til deyðis í India

Í minsta lagi 87 fólk eru traðkað til deyðis undir hinduistiskum hátíðarhaldi í India, skrivar sjónvarpsstøðin NDTV.

Í minsta lagi 87 fólk vórðu traðkað til deyðis, tá luttakarar á einum átrúnaðarligum tiltaki í norðara indiska statinum Uttar Pradesh eftir øllum at døma gjørdust ræðslusligin í dag.

Tað upplýsa lokalu myndugleikarnir sambært indisku sjónvarpsstøðini NDTV.

Vanlukkan hendi undir einum hinduistiskum hátíðarhaldi í Hathras. Býurin liggur umleið 140 kilometrar landsynning úr høvuðsstaðnum í India, New Delhi.

Frammanundan segði løgreglan við tíðindastovuna Reuters, at umleið 60 eru deyð, men at løgreglan óttaðist fyri, at talið av deyðum fer at vaksa.

– Eg dugi ikki at upplýsa nágreiniliga talið av deyðum beint nú, men tað er umleið 60. Vandi er fyri, at talið av deyðum fer at hækka, sigur Manish Chikara, sum er talsmaður fyri løgregluna, við Reuters.

 

##med2##

Yogi Adityanath, sum er ráðharri í statinum, hevur biðið løgregluna um at seta kanningar í verk av vanlukkuni.

Forsetin í India, Droupadi Murmu, vísti familjunum hjá ofrunum samkenslu á sosialu miðlunum X.

– Tíðindini um mongu deyðsføllini, millum annað kvinnur og børn, í vanlukkuni í Hathras-distriktinum í Uttar Pradesh eru hjartaskerandi.

– Eg biði djúpastu samkenslu við teimum, sum hava mist familjulimir og biði um, at tey særdu kunnu koma fyri seg skjótast gjørligt, skrivar Droupadi Murmu.

Sambært Reuters sigur embætismaðurin Ashish Kumar í Hathras, at orsøkin til vanlukkuna var, at tað vóru ov nógv fólk til staðar til hátíðarhaldið.

Tá fólk royndu at fara av økinum, gekk tað galið, sigur embætismaðurin.

Við fjølmiðilin India Today sigur eitt ónavngivið vitni, at tað var ein smøl útgongd, har vanlukkan hendi:

– Tá vit royndu at sleppa út móti einum vølli, brast ófriður brádliga á, og vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera.

 

/ritzau/