87 mistu nummarpláturnar í Havn

- Hetta er eitt stórt tal, og vit vita ikki, hví tað er so stórt. Kanska er tað tí, at oljan er so dýr

 

 

Í vikuni boðaði Akstovan frá, at tey høvdu sent sløk 800 mál um nummarplátumiss til løgregluna, og løgreglan hevur eftir øllum at døma ikki sitið á boðunum.

 

Tí longu í nátt vóru tey úti við saksinum, sum er seinasti rykkjari í slíkum føri.

 

- Í nátt hava vit tikið 87 nummarplátur í Havn. Talan er um mál um eitt nú vektgjald, trygging ella bilsýn, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

Tá løgreglan sigur, at nummarpláturnar eru tiknar í Havn, er hugsandi, at talan er um miðstaðarøkið.

 

- Hví talið er so stórt, vita vit ikki. Kanska er tað tí, at oljan er vorðin so dýr, helt vaktleiðarin fyri.

 

Løgreglan minnir fólk á at fáa viðurskiftini í rættlag, og vaktleiðarin helt fyri, at nú hetta kemur út í miðlarnar, er at vóna, at bileigarar fáa viðurskiftini í rættlag.