Bjóða nú út koyring av skúlabørnum

- Kommunan ynskir at gera sáttmála við ein arbeiðstakara um skúlabarnakoyring, sum fevnir yvir fýra ár

 

Kvívíkar kommuna bjóðar nú út skúlabarnakoyringina í Kvívíkar kommunu frá skúlaársbyrjan 2026 til endan av skúlaárinum 2030.

 

- Vit ynskja at gera sáttmála við ein arbeiðstakara um fyri egna rokning og ábyrgd at taka sær av rakstri av skúlakoyringini av børnum í Kvívíkar kommunu.

 

Tí verður koyringin boðin út í almennari listatión.

 

Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu í dag, og lagt verður aftrat, at koyringin er millum Skæling, Leynar, Kvívík og Vestmanna. 

 

Sáttmálaskeiðið er, sum áður nevnt, fýra ár.

Tá tilboðini koma inn, tilskilar kommunan sær rætt til at velja millum øll innkomin tilboð - ella at havna teimum øllum.

 

- Freistin at lata inn skrivlig boð er á middegi mánadagin hin 22. mai, siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

Meira um útbjóðinginga av skúlabarnakoyringini fæst at vita á www.kvivik.fo