Val er í Zimbabwe í dag, og Robert Mugabe, sum hevur sitið við valdið í 33 ár, er vísur í at vinna, skrivar dr.dk.
Eygleiðarar vænta, at kappingin verður hørð millum flokkin hjá Mugabe og MDC. Mugabe verður skuldsettur fyri at svika við valinum. Meir enn seks milliónir fólk hava valrætt.
Mugabe hevur stjórnað Zimbabwe, síðan landið fekk sjálvstýri í 1980.
61 ára gamli Tsvangirai hevur seinastu 14 árini staðið á odda fyri MDC, og hansara flokkur er tann einasti, ið kann standa seg móti Zanu PF flokkinum hjá Mugabe.
Á valinum í 2002, 2005 og 2008 hevur verið um reppið, at vann á Mugabe.
Á seinasta vali fekk Tsvangirai 47,9 prosent av atkvøðunum og Mugabe 43,2. Men fleiri tilburðir av harðskapi móti sameintum noyddu Tsvangirai út úr valstríðnum áðrenn seinasta valumfar.
Tsvangirai er fleiri ferðir handtikin. Hann er ákærdur og fríkendur fyri landasvik. Fýra ferðir er roynt at beina fyri honum. Lívverjin doyði, og konan læt lív í eini gátuførari ferðsluvanlukku, har eisini Tsvangirai sjálvur varð skaddur.
Morgen Tsvangirai hevur viðhaldsfólk í býunum og vestara parti av landinum.
(Mynd: Scanpix)